Automatisk
flaggstong

Flagga í húnar hátt við at trýsta á ein knøtt
– lætt, trygt og virðiligt

Flagga rætt – hvønn dag, alt árið

Flagga rætt – hvønn dag, alt árið

Ein Uptimast® flaggstong ger tað lætt og einfalt at vinda flaggið á stong í sambandi við flaggdagar, merkisdagar, stevnur, prógvhandanir, føðingardagar, halgidagar jarðarferðir, kórsetingar og onnur serlig høvi.

Siðvenjan við einum vøkrum flaggi, ið veittrar úr hvítari stong í fríska lotinum, er altíð ein góður máti at gera vart við serligar hendingar.

Við patenteraðu loysnini frá Uptimast® verður tað ikki lættari.

Kontaktformular (Færørsk)

Fáið meira at vita um, hvussu automatisk flagging riggar.

Verndat av reCAPTCHA | Persónsvernd - Treytir
Føroyar Servicepartne

Føroyar Servicepartne

Nærri kunning og prísir fæst við at venda sær til Klima ella útfylla kontaktblaðið.

Flagga, tá ið okkurt er at flagga fyri

Flagga, tá ið okkurt er at flagga fyri

Til merkisdagar, stevnur, veitslur, føðingardagar, minningarhátíðir, brúdleyp, prógvhandanir ella onnur hátíðarlig høvi kunnu tit ómakaleyst lata Uptimast® taka sær av at vinda flaggið á stong og taka tað niður aftur.

Automatiska flaggstongin syrgir fyri, at flaggað verður rætt allar dagar í árinum. Við tykkara egna flaggkalendara kunnu tit sjálv áseta flaggdagar tykkara, so eingin merkisdagur, stevna ella onnur hátíðarløta fer aftur við borðinum.

Ein skjót og óvæntað flagging verður orðnað á telefonini uttan stórvegis hóvasták.

Vísið virðing og samkenslu við automatiskari flagging

Vísið virðing og samkenslu við automatiskari flagging

Eins og tað er umráðandi at hátíðarhalda merkisdagar við at flagga í húnar hátt, er somuleiðis týðandi at vísa virðing og nýta flaggið, tá ið vit siga farvæl á síðsta sinni.

Deyðanum slepst ikki undan, og við at flagga á hálvari stong fáa vit sýnt teimum farnu og avvarðandi teirra samkenslu, virðing og viðurkenning.

Við automatisku flaggstongini hjá Uptimast® ber sjálvandi eisini til at flagga á hálvari stong.

Automatisk flaggstong við tveimum fløggum

Automatisk flaggstong við tveimum fløggum

Ein Uptimast® klárar at hava skil á tveimum fløggum. Tað merkir, at sama flaggstong bæði kann flagga við fyritøkuflagginum og Merkinum ella vanligum flaggi og stormflaggi.

Við app ella teldu gera tit sjálv av, hvat flagg  er á stong – og nær. Tá ið fløggini ikki verða brúkt, goymir Uptimast® tey automatiskt trygt og væl í einum kassa undir flaggstongini.

Lætt og einfalt.

Er ein Uptimast® nakað fyri tykkum?

Vilja tit vita meira um automatiska flagging, eru tit vælkomin at venda tykkum til samstarvsfelaga okkara, Klima.fo ella beinleiðis til okkum.

Heimsins besta automatiska flaggstong

Visjónin er púra greið. 

Uptimast® er heimsins besta automatiska flaggstong.

Hvønn dag arbeiða vit hart fyri at liva upp til visjónina. Alt, sum vit gera, pallurin, sum okkara einastandandi Uptimast®-forrit er bygt á, og alt tilfarið, sum Uptimast® er framleitt av, tryggjar, at Uptimast® er heimsins besta automatiska flaggstong.

Vit brúka bara tær bestu og mest nýskapandi loysnirnar.

Vit seta okkum sjálvum ógvuliga stór krøv, og samstarvsfelagar okkara eru væl og vandaliga valdir. Tí vita vit, at ein Uptimast® livir upp til krøvini um góðsku, og riggar sum hon skal.

Vit taka persónliga ábyrgd av, at tín Uptimast® er heimsins besta automatiska flaggstong.
 

Ulrik Mogensen

Ulrik Mogensen

Henrik Nielsen

Henrik Nielsen